Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ er oddalið og eigur toppskjúttan í 1.deild – fyribils

Jákup Ósá

Hóast KÍ einki mál skoraði seinasta hálva tíman, so vann KÍ stórsigur á botnliðnum ÍF.

Fyrsta hálva tíman kom bara eitt mál, men í hálva tíman ímillum har skoraði KÍ heili 6 mál. Endaliga úrslitið gjørdist 7-0 til KÍ. Við sigrinum er KÍ oddalið í 1.deild við 23 stigum fyri 11 umfør. KÍ eigur eisini toppskjúttan í deildini, nú Aksel B. Danielsen hevur skorað 10 mál. Hendan dystin skoraði hann tvey mál og tað sama gjørdu Henry Heinesen og Petur Andreasen. Heðin Klakstein skoraði eitt mál.

KÍ leiðslan er kanska bara fyribils, tí KÍ hevur leikt áðrenn hini liðini spæla. Hinir dystirnir vera leiktir í kvøld ella í morgin.