Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar á Gotlandi, sum byrja um tríggjar vikur, er Tórshavn Open í badmintonhøllini í Havn
Sum liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar á Gotlandi, sum byrja um tríggjar vikur, er Tórshavn Open í badmintonhøllini í Havn
8 leikarir úr donsku kappingini eru komnir til Føroyar at spæla ímóti føroysku leikarunum.
Leygardagin 3. juni verður blandaður tvímansleikur, einmanleikur menn og tvímansleikur kvinnur spældur, og sunnudagin 4. juni er tvímansleikur menn og einmansleikur kvinnur á skránni.
“Kappingin gevur leikarunum og venjarum møguleikan at royna ymiskar møguleikar av, áðrenn farið verður avstað til Gotlands” sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen.
Samstundis sum kappingin er í badmintonhøllini, so verður eitt dómaraskeið hildið í ÍSF-húsinum. BSF hava avgjørt, at vit vilja hava fleiri útbúnar dómarar, so at vit á hendan hátt kunnu lyfta støðið á badmiton enn hægri.
Í gjár var teoretiski parturin á skránni og í dag, sunnudagin, praktiski parturin. Tá skulu tey, sum eru á skeiðnum, oman í høllina at døma dystirnar.




