Veit ikki um eg fari skeivur. Heimila ikki bæði Fólkatingsvallógin og Løgtingsvallógin, umboði, íð er
valt til bæði tingini, rætt at møta á báðum tingunum???
Haldi ikki flokkur kann krevja, at lógliga valdur limur, til bæði tingini, bert møtir á øðrum tinginum?
Tykist tí løgið, at flokkurin her á landi, íð sigur seg verða ”kava reinan” loysingarflokk, krevur av
”Moder Danmark”, at hon broytir reglurnar fyri, nær ein fólkatingslimur, fær farloyvi frá
Fólkatinginum.
Hevur eingin hugsa – at tað møguliga hevði verið gjørligt, at broytt sítt egna haft, sum flokkurin hevur vavt
sín fólkatingslim inn í.
Hví altíð henda øgiliga trongd, at stýra øðrum (serliga dønum), heldur enn sær sjálvum?
Vinarliga
Absalon í Buð




