Tað er ikki vanligt, at síggja fremmandan trævøkstur úti í haganum, har seyðurin nærum avgerð hvat sleppur at vaksa og hvat ikki.
Tó, trævøkstur er ikki heilt óvanligur, tí føroyskur pílur, baraldur og annar trævøkstur finnur sær skýli har seyður ikki sleppur fram at.
Men her á fyrsta hamri á Kjølinum, undir Gerðalíð, hevur ein rønn vaksi seg stóra. Karl Heri Joensen, bóndi í Gerðum hevur fylgt trænum. Hann sigur, at tað munnu vera um 10 ár síðani hann varnaðist træið. Nú er tað so mikið stórt, at tað sæst væl frá Oyravegnum við berum eygum.
Hetta er ein Seljurønn, á latínskum Sorbus ingermedia og hon hevur funnið sær eina kloyvu har hon hevur fest røtur, sigur Karl Heri Joensen. Ikki er nógv mold har rønnin stendur, men hon sær út til at trívst ógvuliga væl.
Víðari sigur Karl Heri Joensen, at tað er minni enn so óvanligt, at síggja trævøkstur við veitir og aðrastaðni innanfyri býarhegni, trø, ið hava sátt seg sjalvi, millum aðrar ahorn. Men eg havi ikki varnast onnur fremmand trø vaksa uttanfyri býarhegni her hjá okkum, so so vítt eg veit, er hetta einasta træið her á leið, sum er komið fyri seg úti í haganum.




