Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarafundur í Kaldbak

Tíðindaskriv

Almennur borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak mánakvøldið 12. Juni kl. 19.00

Almennur borgarafundur verður í skúlanum í Kaldbak mánakvøldið 12. Juni kl. 19.00

Dagsskráin fyri fundin er hendan:

1: Kunning um samskiftið og fund við Tórshavnar býráð, støðan í kommununi, og orðaskifti um málið.

2: Uppskot um at kæra Tórshavnar kommunu fyri Kommunala Eftirlitið.

Orsøkin til uppskotið um kæru er: Eftir samanleggingarsáttmálanum skal kaldbaksnevndin umrøða og gera tilmæli í øllum málum, sum hava við Kaldbak at gera. Málið at broyta byggisamtykt og leggja vinnuøki við Kaldbaksfjørð varð ikki, sum ásett í sáttmálanum, lagt fyri nevndina.

3: Uppskot til yvirlýsing.

4: Uppskot at velja nevnd at fyrireika og gera uppskot til viðtøkur fyri eitt áhugafelag fyri bygdirnar Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak.

5: Ymiskt.

Fyri á-hugabólkin

Marin Vang og Jóhann Mortensen