Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VØRN og Fiskimálaráðið ósamd um afturkallingina av fluttu fiskiloyvunum

John William Joensen

Upprunaliga heitti Fiskimálaráðið á VØRN tann 6. juni 2017 um at annolera avgerðirnar viðvíkjandi flyting av fiskiloyvum. Men VØRN ávarar Fiskimálaráðið um avleiðingarnar av eini slíkari avgerð og sigur, at tað er eingin ivi um, at Fiskimálaráðið fer at tapa eitt rættarmál um endurgjald

Upprunaliga heitti Fiskimálaráðið á VØRN tann 6. juni 2017 um at annolera avgerðirnar viðvíkjandi flyting av fiskiloyvum. Men VØRN ávarar Fiskimálaráðið um avleiðingarnar av eini slíkari avgerð og sigur, at tað er eingin ivi um, at Fiskimálaráðið fer at tapa eitt rættarmál um endurgjald

VØRN vísir á málið um Jógvan S, í svarskrivið til Fiskimálaráðið tann 7. Juni.

VØRN SKRIVAR:

…..Havandi í huga málið um Jógvan S., er tað rættiliga sannlíkt, at ein afturkalling fer at føra til sak um endurgjald, sum reiðaríið fer at vinna. Hetta tí eins og í málinum um Jógvan S, er borgarin í góðari trúgv og hevur innrættað seg til fiskarí og er í løtuni til fiskiskap…..

…… Tað verður í skrivinum frá Fiskimálaráðnum gjørdur greiður skilnaður millum ógildni og afturkalling. Hóast munurin er prinsipiellir, so metir VØRN ikki, at tað í hesum føri (eisini um tað veruliga kann sigast at vera talan um ógildan) er so relevant at skilja í millum, tí atlitini til borgaran í hesum føri eru altavgerandi og eiga at viga tyngri. Soleiðis stendur eisini í Forvaltningsret, almindelige emner, 6. Útg., s. 518, nota 7: ”Man bør dog være opmæksom på, at ugyldighedsvurderinger og vurderinger vedrørende tilbagekaldelse af gyldige forvaltningsakter er delvist sammenfaldende. Således er eksempelvis hensynet til adressantes berettigede forventninger (indrettelseshensyn) relevant í begge sammenhænge.”

Samanumtikið metir VØRN ikki, at avgerðirnar lógliga kunnu afturkallast.