2 størv sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði til Blákrossheimið – deildin DAT-UNG 15-18 ár.
Søkt verður eftir sálarfrøðingi ella sálarviðgerða til 2 størv á Blákrossheiminum.
Starvið inniber, at títt høvuðsarbeiði fer at vera á deildini DAT-UNG, í Tórshavn.
Viðgerðin verður skipað sum DAT-viðgerð (Dialektisk atferðar terapi). Tú kemur at mynda nýggju deildina saman við viðgerðartoyminum á Blákrossheiminum. DAT – UNG er eitt ambulant viðgerðartilboð, sum verður skipað við m.a. staksamrøðum og í bólkum.
Vit rokna við, at tú:
- hevur útbúgving sum sálarfrøðingur ella sálarviðgerði frá hægri lærustovni. Tað er ein fyrimunur um tú hevur góðkenning og royndir við DAT-viðgerð.
- hevur lætt við at koma í samband við menniskju og hevur áhuga at arbeiða við ungum.
- hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt.
- ert álitisvekjandi og hevur góð innlivingar- og samstarvsevnir.
- vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya.
- gert fyrifallandi praktiskt arbeiðið.
Løn/setanartreytir:
Talan er um fulltíðarstørv. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist: 7. Juni 2017.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




