Í Kunngerðarblaðnum frá 16. juni 2017, stendur kunngerð, sum hevur viðsær at nú er bannað at hava leysgangandi hundar á øllum almennum plássum í Klaksvíkar Kommunu.
Í Kunngerðarblaðnum frá 16. juni 2017, stendur kunngerð, sum hevur viðsær at nú er bannað at hava leysgangandi hundar á øllum almennum plássum í Klaksvíkar Kommunu.
Í 2014 heitti Klaksvíkar Kommuna á Innlendismálaráðið um at seta kunngerð í gildi fyri Klaksvíkar Kommunu sum áleggur hundaeigarum at hava hund í bandi á almennum støðum. Hetta varð gjørt í samband við at kommunan hevði útvega øki har hundaeigarar kundu venja við hundum og lata hundar renna frítt. Men samstundis var undantak gjørt fyri Svínoy, Árnafjørð, Húsar og Mikladal. Grundgevingin var at kommunan ikki enn hevði útvega øki til hundaeigarar í hesum bygdunum.
Men nú eru hesi frávik ikki longur galdandi og tí er ikki loyvt at hava hundar leysgangandi á øllum almennum plássum, í Klaksvíkar Kommunu, íroknað Svínoy, Árnafjørð, Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur.




