Felags fyri KÍ og AIK er, at tað eru liðini í sínum londum við størstu áskoðarafjøldunum.
Felags fyri KÍ og AIK er, at tað eru liðini í sínum londum við størstu áskoðarafjøldunum.
Í Føroyum hava vit ikki almenn tøl sum siga tað, men tað er eingin ivi um, at KÍ í miðal hevur nógv flestar áskoðarar til sínar dystir. Í fjør vóru yvir 600 gjaldandi í miðal til heimadystirnar. Mótstøðuliðið hjá KÍ í Europa League er eitt av størstu feløgunum í Skandinavia. Ikki minst hvat áskoðarum viðvíkur. AIK er tað felagið í Svøríki, sum oftast hevur havt flest áskoðarar í miðal eitt kappingarár. Árini 2006 til 2014 hevði AIK flestar áskoðarar í Svøríki í 7 av 9 kappingarárum. Seinastu tvey árini hevur AIK ligið beint undir við næstflest og triðflest áskoðarum. Seinastu fýra árini hevur AIK í miðal havt áskoðaratal millum 16.000 og 21.000 áskoðarar. Niðanfyri kann videobrot frá fjepparafelagnum hjá AIK síggjast, har vit síggja, hvussu lívið er til heimadystirnar hjá AIK.
Felags fyri KÍ og AIK er m.a., at tey í miðal yvir longri tíðarskeið hava flestar áskoðarar til sínar dystir.




