Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom við KÍ til Stokkhólm og Friends Arena

Tíðindaskriv

KÍ leigar flogfar nú kósin verður sett móti Stokkhólmi og størsta leikvøllinum í Skandinavia, Friends Arena, har KÍ spælir Europa League dyst hóskvøldið 6. juli.

KÍ leigar flogfar nú kósin verður sett móti Stokkhólmi og størsta leikvøllinum í Skandinavia, Friends Arena, har KÍ spælir Europa League dyst hóskvøldið 6. juli.

KÍ hevur leingi arbeitt við eini ætlan um at leiga flogfar til fyrsta útidystin hjá KÍ í Europa í 10 ár. Men tað var sjálvsagt treytað av einum lutakasti sum gjørdi hetta møguligt. Og á tí økinum var talan um eitt dreymalutakast hjá KÍ. Nú kanst tú uppliva dreymatúrin við KÍ í Europa fótbólti.

Leiðin gongur til høvuðsstaðin í Svøríki. AIK úr Stokkhólmi tekur ímóti á Friends Arena hóskvøldið kl. 19.00. Talan um um leikvøll, sum var tikin í brúk í 2012 og sum eisini er tjóðarleikvøllur hjá Svøríki. Hesin leikvøllur tekur 50.000 áskoðarar og er størsti leikvøllurin í Skandinavia. AIK telist millum størstu feløgini í Svøríki og hevur felagið m.a. seinastu 10 árini fleiri ferðir verið tað felagið, ið hevur havt í miðal flest áskoðarar til sínar heimadystir.

Í Stokkhólmi, har yvir 900.000 fólk búgva, eru nógvir møguleikar hjá teimum ferðandi at uppliva ymiskt spennandi hesar dagarnar.

Leiguflogfarið hjá KÍ fer úr Vága Floghavn mánakvøldið 3. juli kl. 21.45 beinleiðis til Stokkhólm. Flogferðin heimaftur verður fríggjamorgun kl. 01.30.

Lægsti kostnaður er 5995,00 kr. fyri hvønn.

Við í prísinum er: Flogferð og ferðaavgjøld, bussflutningur, hotell við morgunmati og atgongumerki til dystin.

Tilmelding og gjalding til túrin fer fram HER

Eru spurningar, so kunnu teir sendast til ki@ki.fo