Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Biskupstorg stendur helst liðugt um ársskiftið

Oliver Joensen

Nú byrjar rætta útsjóndin av Biskupstorgi so smátt at síggjast, nú menn eru við at hanga upp seinastu útsíðuna av fasaduni.

Norðlýsið spurdi Andras Róin, stjóra á Bústøðum um gongdina við byggingini. Andras sigur, at tað hevur gingið sera væl. Ætlanin var upprunaliga at byggingin skuldi standa liðug í august í ár. Men vit eru einar fimm mánaðar afturút.

Til tað eru tríggjar høvuðsorsøkir. Tann fyrsta er, at tað gekk leingi at koma í gongd, orsakað av fjóðini, tí bygningurin stendur lágt á økinum. Onnur orsøkin er ódnin hjá tykkum har norðuri á jólum, hon hevði við sær at brúk var fyri øllum handverkarum at gera neyðugt umvælingararbeiði kring um í býnum og triðja orsøkin er, at tað hevur gingið leingi hjá fáa vindeyguni frá Auplast.

Men, hetta er ein stór byggingi, so vit eru ikki so ovfarin av seinkingunum at vit ikki kunnu liva við teimum. Kanjon hevur gjørt eitt gott arbeiðið og sum sær út í løtuni, so stendur eisini væl til peningaliga, tí eftir øllum sólarmerkjum, so fer kostnaðarætlanin upp á 93 milliónur krónur at halda.

Vit spyrja. Nær sleppa so fólk inn: Ja, sigur Andras Róin, stjóri á Bústaðir, tað er so, at vit hava ikki tillutað fólki nakrar íbúðir enn. Vit hava ein langan bíðilista, men ikki fyrr enn íbúðirnar standa liðnar, kunnu vit fara undir útlutingina. Sum tit vita, so er her talan um 30 íbúðir. Fimta hvør íbúð er til Almannastovuna at gera av, hvør skal fáa, restin, ella tær 24 er til okkum at leiga út til okkara umsøkjarar. Tað er so, at øll, sum frammanundan búgva hjá Bústaðir, og sum framhaldandi standa á bíðilista, tí tey vilja búgva onkra aðra staðni hjá okkum, eiga framíhjárætt.

Tað verður so helst fyrst í komandi ári, at tey fyrstu 30 sum hava søkt, fara at fáa tilboð um eina íbúð her.