ÍF tekur ímóti KÍ fríggjakvøldið.
ÍF tekur ímóti KÍ fríggjakvøldið.
Útfrá stigatalvuni er KÍ greiður favorittur hóast ÍF hevur heimavøll, og hóast KÍ tapti stórt síðsta umfar. Men ÍF hevur tað við at arga, tá tey fæstu vænta tað.
KÍ hevur royndir av hesum frá í fjør. Fyrsti dysturin eftir summarsteðgin var í Klaksvík millum KÍ og ÍF. KÍ var langt frammanfyri ÍF á stigatalvuni og var greiður favorittur. Men sum øll minnast, so var ÍF klassar betri enn KÍ hendan dagin og vann fult uppiborið 4-2. ÍF spældi til tíðir sum eitt topplið hendan dagin, har okkurt av málunum var framúr væl samanspælt.
Í ár er tað Víkingur, sum hevur følt tað sama. Í 8. umfari tók ÍF, sum tá lá nummar 9, ímóti Víkingi, sum eisini tá var oddalið. ÍF legði seg á odda og var tað ikki fyri einum máli í síðsta partinum av dystinum, so fekk Víkingur einki stig hendan dystin. Dysturin endaði púra óvæntað við javnleiki 1-1. Sostatt er ÍF eitt lið, sum á degnum er ført fyri at skapa tey óvæntaðu úrslitini, hóast liðið liggur langt aftanfyri toppliðini.
Mynd: Danial Viðoy




