Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldsálir eysturi á fjøllum

Oliver Joensen

Sigast má, at tað er ein sera stórur hópur, sum seinastu tíðina hevur rætt hond at stuðla undir og at gera økið eysturi á fjøllum áhugavert sum frítíðarøki.

Allur tann stóri hópurin, ið hevur rætt skótunum eina hond har eysturi, nú nýggja skótahúsið er um at vera liðugt, ber boð um, at fólkið situr als ikki bara og bíðar eftir til kommunan ella tað almenna skal gera nakað, nei tikið verður ríkiligt í egnan barm. Eitt er at nógv, bæði kvinnur og menn, hava verið har eysturi og rætt eina hond. Líka mong eru tey, sum ongantíð hava verið eystanfyri, men sum hava stuðla á ymiskan hátt.

Húsið er eitt, økið er nakað annað. Í Bjargamansdali og eysturi í Barmi hevur eisini verið arbeitt. Spildurnýtt stórt og fjálgt hús er komið upp í Bjargamansdali og í Barmi hevur har í byrjanini fyri mongum árum síðani hevur verið eitt hús, kom eitt hús afturat fyri árum síðani og sum skilst, so skal ávíst umvælingararbeiði fara fram har. Uttan stuðul frá eldsálunum á tyrludeildini hjá Atlantsflog høvdu neyvan hús verið eystanfyri í dag.

Í dag foru eg og Árni Zachariassen eystur við “nýggjum blóði” til sílastovnin í økoøkinum har um leiðir. Tað er nevniliga so, at líka úr Vatninum á Eggini, um Langavatn, Vatnið við Hólmanum og oman í Bjargamansdal er eitt sera sjáldsamt og spennandi samanhangandi økosystem, har nógv lív er í vøtnum, løkjum og undir svørðinum.

Tað vit gjørdu eystanfyri í dag, var at koyra nakrar bleikjur í vøtnini har. Hóast vøtnini kanska meira eru tjarnir enn vøtn, so er nógv lív, og tá vit royndu við tráðuni, so fingu vit eini 8-10 góð síl. Tó, vit koyrdu øll útaftur, sum vit fingu. Við vælvild frá Atlantsflog og Hans Erik Jakobsensa manning, tók tyrlan okkum eystur. Trupulleikin at flyta sýl stendst av, at tað er tungt at bera nógv vatn, og tá vit høvdu eini 35 ikki so smáar bleikjur, so kravdu tær stórt útskifti av vatninum. Tí skiftu vit fyrst vatn á tyrlupallinum uppi á Horni, síðani demdu vit ein hyl í ánni við Skúvadalshúsið tá vit vóru komnir har til, tí tað sá út til, at sílini høvdu brúk fyri at stressa av. Tá tey so høvdu ligið í rennandi vatni har og spælt sær rúma tíð, var aftur at koyra tey upp í ryggsekk við vatni og so hondina á knæði og við spentari ál til vøtnini har vit kundu koyra tey út. Alt gekk væl, “sum eftir ánni”, sum maðurin segði og vit kundu fara væl nøgdir til gongu aftur at húsum.

Vónandi fara frítíðarfiskarar, sum ganga eystur, at sýna hógv og koyra bleikjur og smásíl út aftur, sum teir fáa, tí eyðvitað er, at so smá vøtn tola ikki nógva roynd. Men sjálvandi kann man taka tey størstu til matna, sum ein hevur hug til tað, men sum sagt, ansast eigur eftir at vit ikki ganga stovninum ov nær.

Skúgvur hevur verið sera talríkur har eysturi seinastu árini. Bæði í ár og í fjør hevur verið tynt út í stovninum, men enn sæst nógvur Skúgvur har á flogi, so sigast kann at ikki er gingið tí stovninum og nær.

Niðanfyri nakrar myndir frá í dag: