Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátíðardagur á Eiði

Tíðindaskriv

20. juni fingu 12 útlendingar úr 6 ymiskum londum, sum búgva á Eiði, skeiðsprógv í sambandi við, at teir hava verið á skeiðunum: Mál, Mentan, Samfelag. Skeiðluttakararnir hava lært, hvussu tú málber teg um ymisk gerandisviðurskifti á føroyskum, hava lært um høvuðshendingar í Føroya søgu og hava fingið innlit í familju-, skúla- og barnagarðsviðurskifti í Føroyum. Í sambandi við prógvhandanina varð skipað fyri einum altjóðakvøldi, har borðreitt varð við mati úr londunum, haðan útlendingarnir koma. Til bar eisini at síggja klæðir og lutir úr heimlandinum hjá skeiðsfólkunum. Lærarar á skeiðunum hava verið Tórhild og Rúni Bjarkhamar.