Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svein Rógvi: Tí vunnu vit ikki í kvøld

Jákup Ósá

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur ikki uppgivið meistaraheitið. – Vit skulu vinna fýra av sjey róðrum, so eru vit nøgdir. – Prikini koma aftur eftir ólavsøku, segði hann, tá vit spurdu, um hann fær nógv prik í gerandisdegnum í klaksvík, har hann kemur í samband við nógv fólk.

Eftir róðurin í kvøld hevur royndi lærmaðurin umborð á Orminum Langa, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, ikki givið upp um FM, men hann kann eisini gott liva við, at Klaksvíkingur vinnur FM so leingi sum Ormurin Langi vinnur fýra av sjey róðrum.

Tað var ein av teimum heilt spennandi róðrunum, tá 10-mannaførini kappast í Hósvík í kvøld. Ormurirn Langi, sum hinar báðar róðrarnar hevur havt trupult at fylgt Klaksvíkingi, bjóðaði av hesaferð og førdi størsta partin av teinunum. Men í nøkrum tøkum beint áðrenn seinastu tøkini vann Klaksvíkingur seg framum og vann tepran sigur.

Skiftið til bekk kostaði sigurin

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur nógvar royndir frá 10-mannaførum, har hann sum oftast hevur sitið umborð á Klaksvíkingi og sum oftast vunnið. Hann sigur, at 2-3 tøk, tá farast skuldi upp í bekk kostaði sigurin.

– Hetta var nógv tann besti róðurin hjá okkum í ár. Vit hava verið eitt sindur trilvandi og leitað eftir áralagi, men hesaferð sat tað øgiliga væl. Vit gera nakrar fótfeilir allan vegin inneftir og í endanum.

Vit hava einki broytt undir venjing, nú so stutt hevur verið millum róðrarnar. Á Tvøroyri vóru vit óhepnir, tí starturin gekk so ræðuliga illað, har tað var heilt galið. Men vit føldu, at tú vit høvdu róð á Tvøroyri, at lunnurin var góður og tað var nakað, sum vit kundi byggja víðari uppá. Í dag var bekkurin bara vánaligur í endanum. Vit gera ein feil í skiftinum í endanum. Tá vit fara upp í bekk eru vit ikki javnir. Í hasum skiftinum føli eg, at Klaksvíkingur vinnur ein stavn ella skut sum er á muni á málinum. Vit rógva líka allan vegin inneftir. Teir gera akkurat líka sum vit og vit gera akkurat líka sum teir. Vit vinna allar taktisku broytingarnar úti á fram til vit skulu upp í bekk. Har kiksa vit og teir vinna í hasum 2-3 tøkunum, tað tekur at koma upp í bekk. Har vinna teir ein lítlan skut og vinna við tí á málinum, segði Svein Rógvi eftir róðurin.

Skulu vinna fýra av sjey róðrum

Undan róðrinum var tosað um, at tað kanska var ein fyrimunur fyri ungu manningina á Klaksvíkingi, at so stutt var ímillum róðrarnar, tí eldri rógvarar krevja longri tíð at koma fyri seg. Men úrslitið í kvøld vísti nakað annað, har teir royndu rógvararnir umborð á Orminum Langa róðu betri enn nakrantíð fyrr í ár.

– Tað var betri fyri okkum, at tað var so stutt millum róðrarnar. Vit eru enn svangari til at reinsa talvuna. Vit merktu slettis ikki nakað til, at tað var trupult at manna seg upp eftir so fáar hvílidagar. Vit høvdu nógv hægri miðalferð enn til nakra aðra stevnu. Vit kundu gott róð aftur í morgin, segði Svein Rógvi sum helt, at vinnur Ormurin Langi tær fýra seinastu stevnurnar, so kunnu teir liva við, at Klaksvíkingur vinnur FM.

– Meistaraheitið er ikki farið. Vit skulu bara hava meira stig ella vera javnir og vinna ólavsøku. Klaksvíkingur er nú stórfavorittur. Tað kann ein ikki peila seg burturfrá eftir stigatalvuni. Men hjá okkum við Klaksvíkingi í 2015 vóru bara tríggjar stevnur eftir, tá vit skuldu vinna rest. Nú eru fýra stevnur eftir. Tað er ikki nokk hjá okkum at vinna rest, men eg kann gott liva við, at teir vinna FM, um vit vinna fýra av sjey róðrum, sigur Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.

– Eg toli prikini

Svein Rógvi býr og arbeiðir í Klaksvík, har hann sum varaleiðari á Magn støðini kemur í samband við nógv fólk. Tað er neyvan nakar ivi um, at nógvar verður prikað til Svein Rógva. Tað spurdu vit eisini um til endans.

– Tað er stuttligt og soleiðis skal tað vera. Eg toli tað og gevi aftur av somu skuffu, tá B36 ella vit vinna. Á ólavsøku fáa hesi prikini aftur, tí tað skal vera líka fyri líka, segði Svein Rógvi við einum smíli at enda.