Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heri á Rógvi: Tveir triðingar uttan fyri Havnina venda samgonguni bakið

Jóhann Lutzen

Andstøðan fær sambært nýggjari kanning 66,7% av atkvøðunum uttan fyri Suðurstreymoy. Tað er risastór framgongd. Við óvissuni er parturin hjá andstøðuni millum 63% og 70%. Tað er stórur og signifikantur, t.e. ikki tilvildarligur munur, í mun til valið í 2015

Norðlýsið hevur tosað við Hera á Rógvi, stjóra í Lóður og hann sigur at andstøðan hevur ikki meiriluta í kanniningini í Suðurstreymoy, men hon fær eina signifikanta framgongd í mun til løgtingsvalið. Í kanningini er parturin hjá andstøðuni í Suðurstreymoy 42,3%. Við óvissuni ber til við 95% vissu at siga, at úrslitið er millum 39 og 46%. Tað er greið framgongd, sigur Heri á Rógvi