Fylgisveinamynd frá middegi í dag. Lágtrýst yvir Vesturnorra og Íslandi senda luft úr vestri til Føroya. Tey síggjast nokkso greið á myndini. Føroyar eru í teirri bláu álini miðskeiðis á myndini
Veðrið hevur als ikki verið so gali í seinastuni. Liggjandi góðveður í fleiri dagar, viðhvørt eitt sindur køli, og so regnaði illa í gjár. Lufthavið er vanliga friðarligt hesa árstíðina.
Kaga vit í kúluna og hyggja eftir, hvussu veðrið fer at verða í vikuni, sum kemur, so er talan um meiri av tí sama: lítil vindur úr skiftandi ættum, skýggjað, sólglottar og bláur himmal – fyri tað mesta turt, men eisini regn ella regnælingar í løtum. Sum dagarnir koma og fara, fer tað at vera meiri lágætt og minni høgætt. Soleiðis er tendensurin í løtuni, og tað átti at førka hitan nøkur stig uppeftir.
Lítil munur er á há- og lágtrýstum fyri tíðina, tess miðdeplar flyta seg eftir ímóti Føroyum – ella burturfrá. Tí er ættin so skiftandi.
Men tað fer at broytast. Eitt lágtrýst er við at taka seg upp yvir Kanada. Tað fer at dýpast, samstundis sum tað fer at flyta seg ímóti hátrýstøkinum, sum liggur yvir Vesturevropa. Ímillum hesar báðar skipanir – hátrýst og lágtrýst – fer ættin at liggja ímillum sunnan og útsynning. Hetta fara vit at merkja seinnapartin í morgin ella annaðkvøld.
Vindurin fer ikki at vera tann nógvi teir næstu dagarnar – fer neyvan upp á 10 m/s.
Hitin fer frá týsdegnum at rokna at kvinka seg nøkur stig uppeftir.
Brúgvaløgini – tað eru tey sum koma við regni – eru við at flyta seg vekk frá Føroyum. Onkur rest er eftir, men so er friður til hósdagin.




