Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsliðsleikari nýggjan sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Leikarin sum liggur nummar tvey á toppskjúttaralistanum hjá KÍ yvir allar tíðir, heldur fram í felagnum.

KÍ hevur seinnapartin í dag gjørt nýggjan sáttmála við landsliðsleikaran Páll A. Klettskarð.

Hann er ein legenda í KÍ og hevur møguleika at blíva mest skorandi leikarin í KÍ søguni. Í løtuni er bara Kurt Mørkøre frammanfyri Páll á toppskjúttaralistanum hjá KÍ. Kurt hevur skorað 121 mál, meðan Páll hevur skorað 89 mál.

– Eg trívist øgiliga væl og havi onga ætlan um at skifta felag. Vit hava gott samanhald og arbeiða hart fyri at blíva eitt toppfelag. Tær ambitiónirnar vil eg vera ein partur av og hjálpa til við at røkka, sigur Páll A. Klettskarð. Hann er nøgdur við árið higartil í ár.

– Fleiri eru kanska eitt sindur skeptisk um mátan, sum vit hava spælt uppá í ár. Men úrslitini hava verið har, vit hava bara tapt ein dyst. Vit liggja á deildum 1. plássi, so tað kann ein ikki klaga um. Eg havi ikki skorað so nógv mál í ár, og tað er kanska ikki nøktandi, men eg royni at arbeiða hart fyri liðið og geri tað, sum eg kann, sigur landsliðsleikarin. 

Gleðir seg til hóskvøldið í Stockholm

27 ára gamli Páll A. Klettskarð gleðir seg til uppgávuna móti AIK á Friends Arena hóskvøldið. Hann heldur, at KÍ hevði gott tak á AIK fyrsta dystin.

– Vit spældu dystin júst sum vit ætlaðu. Vit fáa drigið leikferðina úr dystinum og fáa lukkað miðvøllin hjá teimum niður, sum vit hava tosað um áðrenn. Teir koma ikki til nógvar stórar møguleikar. Okkurt er, men tað vil tað altíð vera, tá tað er eitt so gott mótstøðulið. Vit standa kompakt. Vit fáa eisini onkrar støður til kontramøguleikar og høvdu vit verið eitt sindur skarpari, so høvdu vit kanska eitt betri útgangsstøðið. Um ein torir og er cool nokk, so kann ein eisini skora niðri í Stockholm, tað trúgva vit uppá. Tað verður torført. Tað verður heitari og størri vøllur. Men vit trúgva uppá tað, og í løtuni hava vit ein møguleika. Hetta er ein uppliving fyri allar, sum eisini gevur nakrar royndir, sigur Páll.

Sum Norðlýsið skilir, so væntast eitt stað millum 150 og 200 KÍ áskoðarar á Friends Arena hóskvøldið.

– At vit fáa eina slíka fjøld við okkum er øgiliga gott. Tað eru vit takksamir fyri, og tað ætla vit eisini skal vísa seg aftur á vøllinum, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið

Sáttmálin millum KÍ og Páll er galdandi fyri 2018.