Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráferðin nærkast

Tíðindaskriv

Hósdagin 6. juli byrjar ferðin hjá súkklarunum hjá Team Rynkeby Føroyar móti Paris.

Byrja verður í Klaksvík, har Klaksvíkar Kommuna og Krabbameinsfelagið í lítlari almennari samkomu á Helnabrekku heilsa uppá súkklararnar og senda teir avstað.

Súkkla verður framvið Klaksvíkar Sjúkrahús og síðan heldur leiðin suðuryvir.

Steðga verður á hesum støðum á leiðini til Havnar

Kl Evni
11:15 Helnabrekka í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna og Krabbameinsfelagið senda súkklararnar avstað. Sjálvt startskotið er kl 11:45
11:45 Fráferð Klaksvík. súkkla til Klaksvíkar Sjúkrahús og heilsa uppá
12:25 Koma til Lorvík. Eystur Kommuna tekur ímóti við Bátasavnið
13:00 Fara úr Lorvík
14:00 Koma til Toftir. Tofta Kommuna tekur ímóti niðri á havnalagnum
14:30 Fráferð Toftir
16:00 Koma til Streymnes. Sunda Kommuna tekur ímóti við Margáir
16:30 Fráferð Margáir
18:00 Koma til Havnar. Tórshavnar Kommuna tekur ímóti við Reinsaríið

Um náttina fer liðið við Norrønu til Hirtshals.

Á ferðini eru 44 súkklarar og 11 hjálparfólk.

Team Rynkeby súkklar eisini í komandi árið. Til ber at søkja um at sleppa við á www.teamrynkeby.fo

Harleyfacadeacryl