Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðingar ørkimlaðir av fjalla klintrarum

John William Joensen

Í gjár skrivaði JN.FO um nakrar fjallaklintrarar, sum ætlaðu at klintra í Ennibergi. Teir kunngera samstundis myndir av sær sjálvum, meðan teir klatra í Settorvu.

(Myndin: Frá JN.fo)

Í gjár skrivaði JN.FO um nakrar fjallaklintrarar, sum ætlaðu at klintra í Ennibergi. Teir kunngera samstundis myndir av sær sjálvum, meðan teir klatra í Settorvu.

Sum Norðlýsið skilir standa Viðoyingar spyrjandi, tí Settorva hoyrir til jørðina á Viðareiði og tá okkurt skal gerast er vanligt at spyrja allar eigararnar eftir. Hetta er tí at ansað verður væl eftir ikki at gera seg inn á lundan og náttúruna.

– Eg standi púra spyrjandi, nú eg lesi um at ókunnigir menn klóra og klintra millum lundan, sum eigur í økinum. Harafturat síggi eg at teir hava verið uppi á Dranganum og flogið við dronu og tikið myndir, uttan at nakar, sum eg havi spurt kennir nakað til hetta.

– ,Eri sera keddur og illur um at slíkt hendir, tí tað átti ikki at borið til, sigur bóndi av Viðareiði við Norðlýsið í morgun.