Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Týr á Barnlek 2017 í gjárkvødið

Txt og myndir: Oliver Joensen

Tað var ein framúr glaður Rasmus Joensen, fyrireikari av Barnlek 2017 í Føroyum, sum vit hittu til endahátíðina í gjárkvøldi í Badmintonhøllini.

Tað hevur gingið framúr væl við Barnlek 2017 og umstøðurnar her í Klaksvík hava verið framúr. Vit hava havt tvær ítróttarhallir til tiltakið. Onnur hevur verið brúkt til matsal hjá teim umleið 500 luttakarunum úr øllum skandinavisku londunum, og hin til innandura tiltøkini, sum vit hava skipa fyri. Harafturat hevur tykkara ótrúliga brúkaravinarliga svimjihøll verið her, bert eitt hanagleiv við síðuna av og ítróttarvøllurin. Ikki minst hevur tað verið fagnað av útlendingunum, at teir hava kunna sovið í skúlunum tætt vi. Jú eg eri sera væl nøgdur og tað eru skandinavarnir eisini.

Vit hava júst nú havt ein eftirmetingarfund, segði Rasmus Joensen, tá vit tosaðu við hann út ímóti miðnátt í gjárkvøldið. Vit hava bara fingið rós frá hinum londunum, tey halda tað vera ótrúligt við øllum sjálvbodna arbeiðinum, ið gjørt er kring Barnlek 2017 í Klaksvík.

Men fremmandu fólkini hava ikki bert sæð Klaksvík. Tey hava verið kring Svínoynna, úti í Fugloy, á Viðareiði í Kalsoynni, í Havn, í Kirkjubø og nógva aðra staðni kring oyggjarnar og tey bera okkum alt gott og siga at tey fara avstað aftur við sera góðum minnum um Føroyar, segði ein væl nøgdur Rasmus Joensen í gjárkvøldið.

Í troyggjuermuni hevði Rasmus eitt “surprice” til luttakararnar við endahátíðina. Bólkurin Týr trein á pallin tá formellu røðurnar vóru av, og tað gjørdi lukku hjá teim ungu dansarunum, ið trunkaðust við pallin, ímeðan tey eldru, foreldur og onnur, ið vóru við antin fingu sær oyraproppar ella hildu fyri oyruni, tí desibeltali fór so høgt at takið var um at fara oman av takinum í Badmintonhøllini. Jú Týr dugdi at fanga ungdómin og sjálvandi eru kvaðaløgini hjá teimum eisini væl móttikin hjá teim eldru, men ótrúliga styrkin, sum kom úr hátalarunum var í og so strong fyri gomlu oyruni.

Urban Lind, formaður fyri Barnlek, takkaði fyri fyrireikingarnar og umsorganina í Klaksvík og handaði Rasmusi Joensen eitt skjøldur frá Barnlek, sum takk fyri gott avrik. Og føroyska nevndin fyri Barnlek 2017 handaði síðani tingakrossin víðari til sviar, ið sostatt skulu fyrireika Barnlek 2020.

Kvøldið endaði við dansi har allar norðurlendsku tjóðirnar luttóku.