Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pison og Núpur landa stórar nøgdir á Kósini í morgun

Jákup Ósá

Bæði línuskipini hava fingið nógvan fisk hendan túrin.

Núpur hevur verið í Grønlandi og hevur 190.000 pund. Meginparturin er toskur. Núpur byrjaði at fiska 27. juni. Pison hevur roynt undir Føroyum. Hann hevur umleið 140.000 pund, har meginparturin er longa og brosma.

Í gjár fór eitt annað línuskip, Kvikk, nýggjan túr. Hann fór til Íslands.