Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

666 dagar síðan samgonguskjalið varð undirskrivað

John William Joensen

Í røðu á Ólavsøku fyri skjótt einum árið síðan, gjørdi Løgmaður greitt, at serliga Fiskivinnunýskipanin og pensjónsnýskipanin skuldu gjøgnumførast hesum tingárinum. Men alt hetta er sent inn í óvissuna nú Løgtingsformaðurin gjørdi av at senda tingið til hús, uttan at nøkur semja eru um týdningarmiklastu málsetningarnar, hóast vit í morgin kunnu telja, at tað eru lidnir heili 666 dagar síðan samgonguskjalið var undirskrivað tann 14. September 2015.

Í røðu á Ólavsøku fyri skjótt einum árið síðan, gjørdi Løgmaður greitt, at serliga Fiskivinnunýskipanin og pensjónsnýskipanin skuldu gjøgnumførast hesum tingárinum. Men alt hetta er sent inn í óvissuna nú Løgtingsformaðurin gjørdi av at senda tingið til hús, uttan at nøkur semja eru um týdningarmiklastu málsetningarnar,  hóast vit í morgin kunnu telja, at tað eru lidnir heili 666 dagar síðan samgonguskjalið var undirskrivað tann 14. September 2015.

Løgtingsformaðurin gjørdi greitt í samrøðu við KVF fríggjakvøldið, at tað var framvegis ósemja um fleiri ting í nýggju fiskivinnunýskipanini. Hann mælti til at man byrjaði viðgerðina av nýggjum, og man framdi lóggávuna í brotum, so hon fekk kjølfesti í politisku skipanini, embætisverkinum og ikki minst í fólkinum. Tað er eingin ivi um at útsagnirnar frá samgongu leiðarunum, um at semja var í samgonguni um ætlaða fiskivinnunýskipanina, hevur lagt stórt trýst á tinglimirnar í samgonguni, serliga teir út norðuroyggjum, sum hava roynt at gjørt sína ávirkan galdandi. Ósemjan í samgonguni um fiskivinnupolitikkin hevur serliga sæst aftur í at sera fáir samgongutinglimir hava luttikið í orðaskifti í tinginum um nýskipanina. Vit sum hava fylgt málinum vita at innanhýsis hevur verið misnøgd við førda politikkin, og óvissa um avleiðingar av lógaruppskotinum og ósemjur hava merkt orðaskifti. Sum skilst spurdist til endans rættiligt rok burtur úr at formaðurin í vinnunevndini, saman við minnilutanum í Vinnunevndini og landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, uttan at kunna baklandið, gjørdu broytingar í lóggávuni.

Meðan alt hetta hevur gingið fyri seg hevur frávera løgmanns rópa til himmals. Fleiri av leiðandi politikarunum úr Føroyum vóru uttanlanda í samband við Oyggjaleikarinar, men flestu teirra valdu at koma heim í skundi, tá tað kom fram at Fiskivinnunýskipanin bleiv løgd fyri tingið.

Nú er løgmaður so endiliga heimkomin at halda røðu á Ólavsøku, og varð tað ikki fyri landsstýriskvinnuna í Heilsumálum, Siðri Steenberg, so hevði løgmaður verið noyddir til at hildið somu røðu, sum hann helt á seinastu Ólavsøku. Men nú er hendan annars sera dunaliga landsstýriskvinnan eisini burturstødd meðan álvarsom kreppa er á Landssjúkrahúsinum.

Sí høvuðsmál í røðu Løgmanns á Ólavsøku 2016:

…...Í fyrsta lagi hevur samgongan sett sær fyri at broyta fiskivinnuna. Endamálið er, at fiskivinnan skal kasta mest møguligt av sær til alt samfelagið. Fyrst og fremst til reiðarar, manningar, virki og tænastuveitarar, men eisini til allar føroyingar.

Partur av flotanum hevur leingi verið skuldarbundin, gamal og niðurslitin, tí fíggjarligar umstøður hava ikki verið til endurnýggjan. Fleiri dømi hava verið um, at fiskirættindi, sum landið hevur latið ókeypis, eru seld á privata marknaðinum. Hetta hevur við sær, at tey, sum vilja í vinnuna, mugu byrja við ovurstór- ari skuld.

Fiskirættindi skulu ikki longur seljast privat. Ístaðin skal tað almenna bjóða rættindi út fyri eitt hóskandi tíðarskeið. allir føroyingar skulu hava javnbjóðis møguleika at virka í vinnuni. Vit vilja tryggja, at rætt- indini verða verandi á føroyskum hondum, og vit fara at krevja, at sáttmálarnir við manningarfeløgini verða hildnir. Vit skulu umsita allar fiskastovnar burðardygt, og vit vilja tryggja livandi tilfeingið sum ogn Føroya fólks. Vit vilja raðfesta fiskvinnugransking. Endamálið er at meirvirka og virðisøkja alt fiskatil- feingið mest møguligt.

royndaruppboðssølan seinastu vikurnar hevur givið okkum eina virðismikla vitan, nú fiskivinnunýskip- anin endaliga skal snikkast til. Vit kunnu seta spurning við, um kappingin virkaði nóg væl. samstundis kunnu vit staðfesta, at inntøkurnar seinastu vikurnar kunnu rinda fyri umleið tað, sum smyril kostar árliga. Ella tað, sum bæði tyrlutilbúgvingin og -tænastan kostar árliga. Ella stóran part av tí, sum vit brúka til at viðgera føroyskar krabbameinssjúklingar árliga. Soleiðis kann virðið á tilfeinginum – ogn Føroya fólks – koma øllum Føroya fólki til góðar.

Í øðrum lagi skulu vit koma á mál við pensjónsnýskipanini. Hagtøl frá 2014 vísa, at alsamt fleiri fólka- pensjónistar liva í fátækraváða. málið við pensjónsnýskipanini er at lyfta allar pensjónistar úr hesari støðu. nøkur stig eru tikin – til dømis fingu pensjónistarnir ein lítlan lætta fyri einum ári síðan og aftur á nýggjárinum. nýggja pensjónsskipanin skal vera búskaparliga haldfør og leggja uppfyri, at fleiri gerast eldri. Tí hyggja vit nú at pensjónsaldrinum, mótrokningini og uppsparingini, og javnvágin skal finnast. skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur, hava tey hug og møguleika til tað. samstundis skal skipanin tryggja teimum, ið eru niðurslitin fyri pensjónsaldur, møguleikan at fara av arbeiðsmarknað- inum…..

..Í triðja lagi mugu vit taka avgerðir um sjúkrahúsverkið. menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið varð løgd fram fyri nøkrum vikum síðani. nú mugu avgerðir takast. avgerðir um, hvørjar grundleggjandi viðgerðir og tænastur skulu vera, og hvussu vit skipa tær millum sjúkrahúsini. avgerðir um, hvussu vit útvega og menna læknar og onnur heilsustarvsfólk, so vit hava neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á hægsta stigi. Og avgerðir um, hvønn leiðslubygnað, vit skulu hava. Tað eru longu settar 5 milliónir av til hetta endamálið. Tíðliga í heyst verður aðalorðaskifti um sjúkrahúsverkið.