Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlaskipið Dragin til Írlands

Tíðindaskriv

Seinasta vikuskifti hevur skúlaskipið Dragin verið við til Føroya Regatta, sum byrjaði á Sandi fríggjadagin. Leygardagin varð siglt til Tórshavn og síðani til Leirvíkar

Seinasta vikuskifti hevur skúlaskipið Dragin verið við til Føroya Regatta, sum byrjaði á Sandi fríggjadagin. Leygardagin varð siglt til Tórshavn og síðani til Leirvíkar

Veðrið var hampiligt og nógv fólk var samankomið og dúgliga varð vitjað umborð í gomlu seglskipini.

Um hálvgum fimmtíðina seinnapartin í dag -mánadagin, fór Dragin ein túr til Írlands. Siglt verður niður til Stornoway í Hebridunum og síðani gongurleiðin suður til Londonary í NorðurÍrlandi. Ætlanin er eisini at vitja í Belfast og gera útferðir har um leiðir.

Veðurmennirnir siga høgætt nakrar dagar fram, so vónandi gevur tað góðan byrð suðureftir.