Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugi fyri eykaleikarum í B36

Jákup Ósá

Flytingargluggin letur aftur á midnátt.

Formaðurin í B36 sigur, at í stórum og heilum er alt komið uppá pláss hjá B36.

B36 hevur mist ein profil og fingið tilgongd av einum profili í summar. Meinhard E. Olsen avloysir Philip Lund.

– Vit ætlaðu ikki at gera nakra broyting, men tá støðan so kom í, at vit misti Philip, so hildu vit, at vit kanska manglaðu nakað offensivt og fingu so Meinhard í hópin. Hetta verður okkara broyting í summar, men eg kann tó ikki avskriva, at onkrir av yngru leikarunum skifta felag. Har hevur verið áhugi fyri fleiri og kanska onkur velur at fara fyri at fáa meiri spælitíð, men fleiri hava takkað nei, tí teir trívast væl hjá okkum, sigur Rúni Herup Olsen við Norðlýsið.

Flytingargluggin letur aftur í kvøld kl. 23.59. B36 liggur á 4. plássi í Effideildini við 20 stigum.