SPORT 24 OUTLET í Hoyvík søkir eftir einum starvsfólkið at arbeiða uml. 35 tímar um vikuna, at byrja hálvan august.
Um teg
- Ert tú ein ábyrgdarfullur persónur?
- Ert tú ein ið hevur yvirlit?
- Ert tú ein ið kann hava fleiri bóltar í luftini samstundis?
- Ert tú áhugaður í at selja og geva kundanum eina góða uppliving?
- Ert tú smílandi, tolin, fyrikomandi og opin?
- Ert fleksibul og ágrýtin?
- Ert tú skipað/ur og røkin?
- Ert tú ein ið hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar?
- Ert tú ein ið kann verða bindilið millum handlarnir?
Og hevur tú møguleikan at byrja hálvan august? So er tað tær vit leita eftir.
Tínar uppgávur í handlinum verða millum annað:
- At verða bindilið
- At hava heildar yvirlitið
- At halda skil á handlinum
- At bíleggja vøru
- At veitað kundanum tænastu
- At dagføra sosialu miðlarnir
- At umsita alt tað fyrisitingarliga arbeiði t.d. gera arbeiðsætlan.
Viðmerkjast skal at teir fyrstu arbeiðsdagarnir verða í Klaksvík.
Hevur hetta tín áhugað, so vilja vit fegin frætta frá tær í seinasta lagið 23. juli 2017.
Send tína umsókn til:
Sport 24
Klaksvíksvegur 10
Postboks 183
710 Klaksvík
Ella á teldupost: hp@sport24.fo
Viðmerk vinarliga í evniteiginum ella á brævbjálvanum »Umsókn til Sport 24 Outlet uml. 35 tímar um vikuna«.
Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 21 75 57.
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo




