Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endurnýggjað 70ara-koyrikort er eingin samdøgursfluga

Beata L. Samuelsen

Broytingar í ferðslulógini hava verið til hoyringar í eini røð av ráðum og nevndum, áðrenn snøggaða lógin varð sett í gildi í juni

Broytingar í ferðslulógini hava verið til hoyringar í eini røð av ráðum og nevndum, áðrenn snøggaða lógin varð sett í gildi í juni

Tað eru nokk ikki øll, sum vita, at broytingar eru gjørdar í ferðslulógini.

Fyrstu í juni mánað kunngjørdi løgmaður, at tey, sum ætla sær at endurnýggja koyrikortið við 70 ára aldur, ikki longur skulu hava læknaváttan. Tað hava pensionistar annars verið noyddir til, um teir framvegis ætlaðu sær at koyra bil.

Við øðrum orðum: Tú skalt ikki, sum higartil hevur verið galdandi, fara til lækna at fylla pappír út og verða tjekkað/ur, um hoyrn og eygu, umframt alt tað leysa, eru í lagi, tá koyrikortið skal endurnýggjast.

Alt hatta sleppur tú frá sum pensionistur, um tú ert fyltur 70 ár.

Og tað besta við tí heila: Nú sleppur tú eisini undan at noyðast djúpt niður í lumman eftir kr. 400,- sum er prísurin fyri eina slíka læknakanning. Kann verða, hetta ikki er nøkur stór upphædd fyri summi, men fyri nógvar pensionistar í Føroyum eru hetta nógvir pengar, ið sanniliga gera eitt ordiligt innhøgg í lítlu og vánaligu pensiónina.

Galdandi í fimm ár

Heilt undan myndugleikunum sleppur man tó ikki, tá 70ara-koyrikortið skal endurnýggjast. Sambært broytingini í ferðslulógini, sum løgmaður hevur sett í løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, skalt tú lata umsókn inn til Akstovuna saman við eini nýggjari mynd av tær og gjalda kr. 150,-. Og so fært tú koyrikortið sendandi við Posta nakrar vikur seinni, um so er, at Posta orkar at bera tað út.

Koyrikort, sum verður endurnýggjað við 70 ára aldur, er galdandi í fimm ár. Aftaná tað, skal tað endurnýggjast við læknaváttan, og er tá galdandi bara fyri tvey ár í senn, til man er fyltur 80 ár.

Síðani fær man tað bara fyri eitt ár í senn, og tá krevst framvegis læknaváttan hvørjaferð.

Tað er so tað.

Verið til hoyringar

Læknar hava skyldu at gera vart við, um ein persónur – uttan mun til aldur – ikki er egnaður til at hava koyrikoyrt, t.d. um viðkomandi er til vanda fyri seg sjálvan ella onnur i ferðsluni. Í so máta er einki broytt.

Hagtøl í okkara grannalondum vísa, at tað ikki eru pensionistar, sum eru mest innblandaðir í ferðsluóhappum og vanlukkum.

Áðrenn løgmaður undirskrivaði broyttu ferðslulógina, hevur landsstýrismaðurin við samferðslumálum í eina longri tíð arbeitt við broytingaruppsskotinum, sum rúmar nógv annað, ið ikki bara hevur við 70ara-koyrikort at gera.

So broytingarlógin er ikki bara ein samdøgursfluga.

Hon hevur verið til hoyringar hjá eini himmalsins rúgvu av ráðum og feløgum, so sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Landslæknanum, Serlæknafelag Føroya, Kommunulæknafelagnum, Landsverk,Vinnuhúsinum, Kommunufelagnum, Føroya Landfúta, Politistafelag Føroya, TAKS, Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Felagnum fyri føroyskar advokatar, Dómaraskrivstovuni, Koyrilærarafelagnum, Tryggingarfelagnum Føroyar, Trygd, Dátueftirlitinum, Felagnum fyri peningastovnar, Tunnil.fo, Vága Floghavn, P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar, Umhvørvisstovuni, Bilhandlarafelagnum og Landsfelag Pensjónista.

Sostatt eru øll hesi ráð og feløg vitandi um broytingina í ferðslulógini. Men um tað bara eru topparnir og leiðslurnar, sum liggja inni við vitanini, ella um boðini eru farin víðari til tey, sum fáast við umrødda evni í dagliga virksemi teirra, er ikki lætt at vita.

Havi skilt, at í so máta haltar víðari kunning onkra staðni.

Annars ber til at lesa kunningarskrivið um broytingarnar í ferðslulógini á heimasíðuni hjá Akfarsstovuni.

Beate L. Samuelsen

Nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista