Á ólavsøku stendur nógv uppá spæl hjá 10-mannafarinum úr Klaksvík.
Ólavsøkuaftan verður seinasti FM kappróðurin. Hjá 10-mannaførunum er einki avgjørt, men Klaksvíkingur liggur væl fyri at vinna FM. Tað sum skal til er eitt triðja pláss. Fýra bátar rógva um stig á ólavsøku. Men báturin, ið altíð hevur enda aftast, Havnarbáturin, rør á heimasjógvi og í flestu róðrunum hevur Havnarbáturin ikki verið langt aftanfyri hinar bátarnar og tí er einki avgjørt. Klaksvíkingur vann fýra teir fyrstu róðrarnar, men síðani hevur tað gingið niður á bakka. Fyrst eitt annað pláss og seinast eitt triðja pláss. Seinast kappaðust Ormurin Langi og Drekin Reyði í harðari kapping, sum Ormurin Langi vann. Á ólavsøku hevur Klaksvíkingur góð hagtøl. Bæði 10-mannafarið, sum tó altíð hevur verið mannað við øðrum monnum, og partar av núverandi manning, sum hava vunnið m.a. við Páll Fanga í 2015(sí róður HER) og Nevinum Reyða í 2016(sí róður HER).
Í kvøld vandi Klaksvíkingur á Havnarvág. Sverri Egholm frá portal.fo fangaði nakrar myndir, sum kunnu síggjast niðanfyri.




