Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Treysti vann tríggjar av fýra kappingum

Orð og myndir: Eyðun Jakobsen, formaður Hvirlan

Týskvøldið skipaði Hvirlan fyri Jatnatøkum. Hetta er kapping í frælsum ítrótti sum verður hildin í avslappaðum summarhýri beint undan Ólavsøku

Týskvøldið skipaði Hvirlan fyri Jatnatøkum. Hetta er kapping í frælsum ítrótti sum verður hildin í avslappaðum summarhýri beint undan Ólavsøku

Í ár vóru greinarnar mílin, 1609 metrar, og 1.000 metur stafett sum er liðkapping har runnið verður 100, 200, 300 og 400 metrar og Vodafone FM í fartelefonkast.

Tað er Treysti sum eigur flestu rennarar á miðteinum, tað eru teinarnir frá 800 metrum til 5.000 metrar, og tey gulu vóru sera sjónlig hetta góðverðurskvøldið í Tórshavn.

Rebekka Fuglø føroyskt met á mílini

Fyrst á skrá var mílin, og hjá kvinnunum stóðu tríggjar kvinnur klárar, og hóast talið kanska ikki tyktist stórt, so var kvaliteturin øgiligur, tí har vóru ikki minni ein tveir oyggjaleikaluttakarar; Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen. Afturat sær høvdu tær fingið Mariu Biskopstø. Allar umboðaðu tær Treysti. Tað sást beinanvegin at Rebekka vildi nakað, tí longu eftir fyrstu 200 m var luft aftur til hinar báðar, og hon økti allan vegin á mál, har hon var 26 sekund frammanfyri nummar tvey. Meir týdningarmikið var tó, at hon rann næstan níggju sekund skjótari enn føroyska metið á teininum. Nýggja føroyska metið er 5 min 02,56 sek. Dysturin um annaðplássi tyktist verða avgjørdur tá 200 m vóru eftir, men tá fór Maria undir ein ordans spurt, og tók seg upp á liðina av Oddvør, sum svaraði aftur. Tær fylgdust um málstrikuna, tá bara 0,04 sek var millum tær. Maria ognaði sær annað plássi við 5 min 28,32 sek, meðan Oddvør kom á mál við tíðini 5 min 28,36 sek.

Julian vann hjá monnunum

Hjá monnunum vóru fimm mans, umboðandi trý ymisk feløg, við. Tað sást frá byrjan at Julian Gregersen (Treysti) var í einum flokki fyri seg, tí hann økti frá byrjan og allan vegin á mál. Tíðin hjá honum gjørdist 4 min 42,38 sek. Dysturin um annað plássi tyktist verða avgjørdur tíðliga, tí Regin Thomsen (Roysnið) hevði lagt Dánjal Dahl Ljósheim (Hvirlan) langt afturum, men síðstu 200 m tók Dánjal ein ordans spurt, og endaði við at vinna trygt á Regini við tíðini 5 min 01,86 sek. Regin fekk tíðina 5 min 04,88 sek. Á fjórða plássi var ein debutantur á breytini. Tað var Hans A. Gregoriussen (Hvirlan), sum rann teinin uppá 5 min 40,60 sek. Veteranurin Guttorm Sørensen (Treysti) kom á mál við tíðini 6 min 04,55 sek.

Kvinnurnar hjá Treystinum vunnu stafettina

Seinasta kappingin var 1.000 metur stafett og har vóru fýra lið við.Eftir fyrsta skift var Hvirlan nakað aftanfyri, men hini liðini fylgdust. Á øðrum skiftið, var Treysti fari frá hinum, meðan Hvirlan enn var nakað aftanfyri. Henda støðan helt sær til síðsta túr, og tá Rebekka Fuglø fekk depechina, so visti man at tað var avgjørt hvør fór við fyrsta plássinum. Tað var tætt millum nr tvey og trý, meðan Hvirlan var væl aftanfyri. Endaliga støðan var at Treysti vann við tíðini 2 min 28,77 sek. Bragdið gjørdist nr 2 við tíðini 2 min 37,68 sek. Blandaða liðið gjørdist nr 3 við tíðini 2 min 41,26 sek og Hvirlan gjørdist nr 4 við tíðini 2 min 44,65 sek.

Tað er hugaligt at síggja tey frá Treystinum møta so væl upp og at Norðoyggjar eiga so nógvar góðar rennarar. Tað er onki at ivast í at væl skipaða arbeiði hjá felagnum ber ávøkst og nú er bert eftir at vóna, at breytin til frælsan ítrótt sum er á veg í Klaksvík stendur klár skjótt, so felagið eisini kann bjóða seg fram at skipa fyri miðteinarenning.