Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fiskidagarnir í løgtinginum

Jóhann Lutzen

Í løtuni verða fiskidagarnir viðgjørdir í løgtinginum. Ósemja er eisini millum samgongu og andstøðu í hesum málinum

Í løtuni verða fiskidagarnir viðgjørdir í løgtinginum. Ósemja er eisini millum samgongu og andstøðu í hesum málinum 

Samgongan ætlar at longja fiskiárið fýra mánaðir, tað sum eftir er av árinum. Hetta tí at fiskidagaskipanin gongur út 1. januar 2018. Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini segði, at samgongan ongan annan møguleika hevði, av tí at fiskivinnuloyvini vórðu uppsøgd fyri 10 árum síðan. 

Andstøðan spyr um løgtingi hevur loyvi til at áseta fiskidagar fyri eitt hálvt ár. Andstøðan vísir til at lógin um vinnuligan fiskiskap sigur at fiskidagar skulu ásetast fyri eitt ár í senn. Ein annar spurningur sum andstøðan setur, er hví ein skipan skal gerast fyri nakrar mánaðir, tá løgmaður í ólavsøkurøðuni hevur meldað út, at ongin broyting verður fyrrenn 1. januar 2019. Hví so ikki leggja eitt uppskot fram um fiskidagar í eitt heilt ár, spyr andstøðan. 

Limir úr andstøðuni eru annars á einum máli um at samlaði fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni ikki er tann rætti.