Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

AB vann greitt á illa mannaðum KÍ liði

Jákup Ósá

KÍ var nógv verri mannað enn vanligt, og tað gjørdi helst sítt til, at AB vann stórsigur í toppdystinum á Argjum í dag.

KÍ manglaði m.a. Jóannes K. Danielsen, Heðin Klakstein, Ólav Niclassen og Jógvan Isaksen, sum allir spældu mánakvøldið, umframt at Tórur Justesen heldur ikki var við. Hann hevur spælt nógv fyrr í ár. Helst merkir hetta, at fleiri av hesum fáa leiklutir at spæla á Effoliðnum í morgin og kanska er tað eisini tekin um, at eftir tama avrikið hjá besta liðnum á ólavsøku móti HB, so eru fleiri av 1.deildarleikarunum nærri Effoliðnum umframt, at skaðar eisini raka Effohópin í løtuni. Báðir málverjarnir Meinhardt Joensen og Kristin Vilhelmsen eru skaddir, so Fríði Sigurðsson vardi málið hjá KÍ og hann stóð ein góðan dyst. AB spældi í sterkastu uppstilling burtursæð frá, at miðvallarleikarin Bárður Olsen ikki var við.

AB legði hart út

AB legði út sum eitt ódnarveður og trýsti KÍ í botn fyrsta partin av dystinum. KÍ liðið hevði nokk við at sparka burtur og fyri fleiri leikarar, ið hava spælt lítið og einki við 1.deild, var tað helst ein skelkur at spæla, tá mótstøðuliðið var væl sterkari enn teir eru vanir við. AB kom á odda 1-0 við máli frá Rasmus Dan Sørensen. Hetta var eisini úrslitið í hálvleikinum. AB kundi havt størri leiðslu, tí munurin var eyðsýndur, og tað var kanska ikki so løgið, tí mongu broytingarnar á KÍ liðnum gjørdu, at KÍ spældi í uppstilling, ið ikki var samanspæld.

KÍ hevði góða løtu í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki broyttist leikgongdin fyrstu løtuna. KÍ setti seg á dystin og bólturin var fyri tað mesta á AB hálvuni. Heilt stóru møguleikarnir komu tó ikki, men nakrar skotroyndir vóru. Í 68. minutti skoraði AB uppá sín fyrsta møguleika í seinna hálvleiki og minuttin seinni økti AB eftir skjótálop. Í yvirtíðini staðfesti AB stórsigurin við einum máli afturat.

Spennandi AB lið

Hóast tað var spell fyri toppdystin, at KÍ møtti í so skerdari útgávu, so skal einki takast frá AB liðnum. Nógvir av leikarunum, sum hava spælt við AB liðum í Effodeildini undanfarnu ár eru framvegis á liðnum. Tí hevur liðið nógvar royndir, men eisini eru ungir spennandi leikarar at síggja. M.a. Bjarki C. Nielsen og Bjarni Skála, sum vóru eyðsýndir. AB spældi væl fyrsta partin av dystinum og vóru sera ágrýtnir í endurtrýstinum. Fleiri av royndu leikarunum eru kropsliga væl fyri og m.a. spældu báðir miðverjarnir Teitur Jóanesarson og Sørin N. Samuelsen ein góðan dyst, har teir vunnu nógvar bóltar, har Søren eisini hevði fleiri góð long skiftir, sum góvu KÍ trupulleikar í fyrra hálvleiki. AB flytur mest sannlíkt upp, tí liðið liggur greitt á odda og vísir stóra styrki. Megnar liðið at varðveita hendan hópin og styrkja hann við nøkrum góðum leikarum, so verður spennandi at síggja AB aftur í bestu deildini næsta ár.

Harleyfacadeacryl