Vegna økt virksemi í Danmark hevur FT-Bygging Sp/f tørv á 6 royndum timburmonnum at byrja skjótast gjørligt.
Uppgávur umfevna vanligt timburarbeiði, tó serliga monterings- og fasaduarbeiði. Arbeitt verður vanligar tíðir men væntast kann nakað av yvirarbeiði.
Vit vænta at tú:
- Hevur hóskandi útbúgving og royndir
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og átaka eyka uppgávur um neyðugt
- Ert umskftilig/ ur og arbeiðir væl í toymi
- Hevur árræði og hegni til fagligt handverk á høgum støði
Vit bjóða:
- Góða tímaløn
- Ferðakostnaðir írokna
- Fríðan bústað
- Vegleiðing í skattaviðurskiftum við frádrátti o.a.
Umsøknir við møguligum skjølum kunnu sendast á teldupost fririkt@gmail.com
Nærri spurningar um starvið kunnu stílast til Friðrik, stjóra, á Tel. 722 078.
Rætta fólki verður sett beinanvegin.




