Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við hvørt ivast ein í hvat meiningin er við tekstinum

Oliver Joensen

 “Halt hámarksferðina” stendur á skeltinum skamt frá innkoyringini til Funning. Sunnukvøldið vóru vit ein túr norðuri í Eysturoy og eg kundi ikki lata vera við at taka eina mynd av skeltinum, nú eg skuldi at koyra eftir sera smølu bygdavegunum í Funningi. Hugnaligt og friðarligt. Men onkur, sum var við mær í bilinum helt, at eg átti at koyra 50 km/t, um eg skuldi “halda hámarksferðina” sum skeltið heitti á meg um at gera. Men sjálvandi helt eg tað ikki vera ráðiligt.

Men møguliga skiltu vit ikki tekstin rætt, ella hvussu?

Harleywoodpaint