Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári P bergtók tjaldið

Hans Andrias Jacobsen

Kári P er ein av føroya allar kærastu sangskrivarum. Hann hevur verið virkin í tónleikinum síðan seksti árini og sangir hansara eru í dag vornir fólkaogn. Frá tíðini í Debess og Petersen og til tær báðar legendarisku solist útgávurnar “Vælferðarvísur” frá 1978, og “Hinumegin Ringvegin” frá 1991

Hann framførdi á summar festivalinum í 2008 og aftur í ár vitjaði legendan á summar festivalinum.

Konsertin byrjaði kl. 20.00. Tað er ikki ofta at ein trubadurur klárar at fylla tjaldið, men hesaferð var tjaldið so stúgvandi fult. Vit hoyra løg av plátunum “Vælferðarvísur”, og “Hinumegin Ringvegin”. Eisini stuttligt at hoyra hann spæla løg av legendarisku Debess & Petersen ep’ini “Mitt í eini meining”. Vit hoyra m.a. klassikkarar so sum Ringulríma, Gullkálvavalsurin, Súrligar nætur í keypmannahavn.

Ljóðið var gott. Hann var einsamallur á pallinum. Sang, spældi gittar og á munnharpuni.

Kári megnaði at bergtaka og røra áhoyrarnar í tjaldinum.