Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólk sleppa frá at velja millum Sjómannadag ella Skála-KÍ

Jákup Ósá

Skála-KÍ dysturin er fluttur og verður spældur sunnudagin.

Í skránni stóð annars, at dysturin millum Skála og KÍ komandi umfar skuldi spælast leygardagin 19. august á Skála. Hetta er sami dagur, sum stóri Sjómannadagurin er í Klaksvík, har fleiri túsund fólk samlast, og hevði sett nógv fólk í óhepna støðu, at tey máttu velja millum dystin ella tann partin av Sjómannadegnum, sum hevði ligið hesar tímar. Tað er nú broytt, so at dysturin millum Skála og KÍ verður leiktur á Skála sunnudagin kl. 15.00.

Sostatt sleppa fólk frá at velja millum dystin ella partar av Sjómannadegnum.