Úti í Klaksvík er gongd komin á fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag. Menn eru í ferð við at seta upp kørini har livandi fiskar, krabbar og mangt verður slept í, til tey vitjandi á Føroya Sjómannadegi at síggja.
Kring um í býnum er ikki sørt av spenningi, tilmeldingarnar í Norðoya Sparikassa eru byrjaðar. Norðuri á Kósini síggjast fólk við tráðu. Gitt verður at tey royna at finna bestu plássini at standa. Í øllum førum er seiðurin tey fáa við tráðuna har ógvuliga stórur, so tað er um at gera seg væl út til fiskikappingina.




