Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv verður gjørt fyri at fáa livandi fisk til Sjómannadagin

Oliver Joensen

 Í løtuni verður arbeitt av kraft at fáa livandi fisk í kørini, sum standa á keiini úti í Klaksvík. Øll hjálp kemur væl við. Hevur onkur hug at fanga krabbar ella annað, so er alt vælkomið. Higartil hava teir á Gudrun og á Kallanes verið og koyrt í kørini, men aðrir eru eisini á veg.

Í gjárkvøldið var farið eftir horngeilum ella kombikkum, sum onkur kallar tað og fongurin var góður. Hesir smáu fiskar verða tó ikki koyrdir út fyrr enn leygardagin.