B36 vann 2-0 á skerdum NSÍ liði, og nú skal B36 spæla um oddasessin í Norðragøtu sunnudagin.
B36 vann eitt slag av oddadysti, tá liðið mikukvøldið vann 2-0 á NSÍ. NSÍ liðið var nógv skert til dystin við tað, at Bárður J. Hansen, Betuel Hansen og Árni Frederiksberg ikki vóru við. Hinvegin var B36 í nærmast sterkastu uppstilling.
NSÍ valdi at spæla sera verjukent í einari 5-3-2, sum helst komst av, at liðið var nógv skert. B36 setti seg tungt á dystin og hevði bóltin næstan allan fyrra hálvleik. Men NSÍ verjuparturin stóð væl, og NSÍ kom eisini til onkur vandamikil kontraálop. Í hálvleikinum sat ein við kenslu av, at NSÍ taktikkurin riggaði, meðan B36 spældi væl fram til síðsta triðingin, tá avgerandi avleveringarnar skuldu vera.
Í seinna hálvleiki kom B36 beinanvegin á odda, tá kanska ársins besti málverji, Símun Rógvi Hansen, gjørdi sjálvmál. Eftir tað mátti NSÍ longur fram á vøllin og tað kostaði, tá NSÍ misti bóltin á B36 hálvuni. Patrik Johannesen var púra kaldur, tá hann kom einsamallur móti málverjanum og so var dysturin avgjørdur.
Við sigrinum vann B36 seg uppá 2. plássið í deildini og skal nú spæla toppdyst í Sarpugerði sunnudagin móti Víkingi. Vinnur B36 sín 8. sigur á rað har, so er B36 nýtt oddalið.
Mynd: Screenshot/KVF




