Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forkunnug krabbavitjan á Sjómannadegnum

Oliver Joensen

Týsmorgunin 15.08.2017 sigldi garnabáturin Gudrun – KG 243 – inn á Klaksvíkina at landa havtasku, sum teir høvdu veitt norðanfyri. Við sær høvdu teir eisini tikið krabbar, skeljadýr, igulker o.a., sum skuldi latast í kør at vísa fram á Sjómannadegnum.

Fýra ymisk sløg av krabbum vórðu latnir tiltakinum: trøllakrabbi (Lithodes maja), heksakrabbi (Paromola cuvieri), taskukrabbi (Cancer pagurus) og so ein heldur sjáldsamur krabbi, sum ikki hevur føroyskt navn. Á latínskum verður hann kallaðurCancer bellianusog á enskum “toothed rock crab”.

Hesin krabbin líkist nógv taskukrabbanum, og tí er ikki altíð lætt at skilja millum hesi bæði sløgini. Høvuðsmunurin er rondin rundanum skelina;C. bellianushevur sagtenta rond, meðan rondin á taskukrabbanum er rundtent. Eisini er munur á litinum: skelin á taskukrabbanum er nakað einslitt brún, meðan hon er ljósari og reyðligari áC. bellianus.

Hetta er fyrsta skrásetingin hjá Tjóðsavninum avCancer bellianusí føroyskum sjógvi. Sambært Kristin Vilhelmsen, skipara á Gudrun, hava einstakir av hesum slagnum veri í gørnunum seinastu árini. Eisini hava einstakir verið fiskaðir av øðrum skipum millum Føroyar og Ísland.

Útbreiðslan av hesum krabbanum er frá Kanarisku oyggjunum, norð til Ísland; frá 37-730m dýpi. Hann er tó mest vanligur í sunnara parti av norðuratlantshavinum. Krabbarnir, sum eru skrásettir norðanfyri Bretagne vóru allir hannar. Hesin, sum varð fingin til Sjómannadagin, var onki undantak.

Krabbarnir vórðu fingnir á knattstøðu 62°37,5N 6°50V á áleið 150m dýpi.

Avtala er fingin í lag, at krabbin eftir tiltakið, verður latin Tjóðsavninum, sum tekur hann í varðveitslu.

Jógvan Fróði Hansen og Jan Sørensen

Tjóðsavn Føroya