Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stóri tilmeldingardagurin hjá Stjørnuni verður hósdagin 24. august

stjornan.com

Hóskvøldið 24. august millum kl. 18.00 – 20.30 verður árligi tilmeldingardagurin fyri komandi kappingarár hjá Stjørnuni á loftinum í KÍ-høllini. Tey, ið ynskja at spæla hondbólt í vetur við Stjørnuni skulu tilmelda seg við at gjalda leikaragjald fyri kappingarárið 2017/18

Nýggj Stjørnudrakt
Nýggja Stjørnudraktin verður lanserað og møguligt er at passa draktina og bíleggja sær nýggju Stjørnudraktina, sum annars er at fáa til keyps í sport24.

Øll, ið hava hug at venja og spæla við Stjørnuni komandi kappingarár eru hjartaliga vælkomin at melda seg til.

Vit bjóða hugnaligt áit og síggja fram til enn eitt spennandi kappingarár.

Við ítróttarkvøðu

STJØRNAN

Nevndin

Les meira á www.stjornan.com
Harleyfacadeacryl