Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg eri klárur at hjálpa Føroyum

Jákup Ósá

KÍ liðskiparin er klárur at traðka til á føroyska A-landsliðnum, um boð vera eftir honum nú skaðar og avboð raka hópin.

Longu í 2014 gjørdi KÍ liðskiparin tað greitt yvirfyri FSF, at hann var tøkur til føroyska A-landsliðið, um boð vóru eftir honum.

Føroyska A-landsliðið er rakt av skaðum og avboðum í løtuni. M.a. í miðverjuni, har Sonni Ragnar Nattestad er skaddur, meðan Jóhan T. Davidsen ikki er tøkur av øðrum orsøkum. Ein miðverji, sum kanska kundi verið uppá tal í slíkari støðu er KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen, sum í fjør var valdur til næstbesta miðverja í Effodeildini aftanfyri Atla Gregersen, sum eisini er fastur í miðverjuni á A-landsliðnum. Hóast Jonas upprunaliga er dani, so hevur hann búð í Føroyum í 6 ár samanlagt og uppfyllir øll krøv um at spæla við føroyska A-landsliðnum. Hann hevur eisini fyri fleiri árum síðani gjørt greitt yvir FSF, at hann er tøkur til føroyska A-landsliðið, um tað hevur áhuga og um hann er mettur at vera góður nokk.

– Longu tá eg flutti aftur til Føroyar í 2014 legði eg eina umsókn inn til FSF um at sleppa at spæla á A-landsliðnum, um tað hevði áhuga. Kravið fyri at uppfylla slík loyvir sum danskari er at ein skal hava búð tvey samanhangandi ár í Føroyum, og tað gjørdi eg í 2011 og 2012. Eg havi fingið loyvini uppá pláss, men eg hugsi, at tað liggur á borðinum hjá FSF, um tað er møguligt ella ikki. Tað er upp til teir, um teir vilja loyva danskarum at spæla á føroyska A-landsliðnum. So í hesum føri veit eg ikki, um teir kanska hugsa, at tað letur dyrnar upp fyri øðrum danskarum, sigur Jonas F. Rasmussen við Norðlýsið.

– Tað kundi verið stuttligt at spælt á A-landsliðnum og fekk eg tilboðið, so vildi eg av álvara umhugsað tað. Men eg havi ongantíð ordiliga hugsað um tað seinastu árini, tí eg havi ikki væntað at fingið loyvið til tað, tí eg havi einki hoyrt síðani 2014, sigur Jonas F. Rasmussen við Norðlýsið.

Føroyar spæla í næstu viku móti Portugal og Andorra. Hópurin til dystirnar er úttikin.