Hópin av nýggjari útgerð til bátabrúgvar er løgd upp á vestara havnalagi í Klaksvík. Nógvir menn ganga og forvitnast fram við havnalagnum, nú nýggjar bátabrúgvar skulu leggjast
Hópin av nýggjari útgerð til bátabrúgvar er løgd upp á vestara havnalagi í Klaksvík. Nógvir menn ganga og forvitnast fram við havnalagnum, nú nýggjar bátabrúgvar skulu leggjast
Ein teirra var Frimodt Rasmussen, sum vit hittu í dag og fóru ein túr at hyggja saman við honum, sum myndirnar greiða frá.
Frimodt gleðir seg til brúgvarnar eru lagdar. Hann hevur verið partur av einum bólki, sum varð skipaður á Facebook við 72 limum – kallaður “Frítíðarsiglarar í Klaksvík”, og hava umvegis henda bólkin givið ráð og skipað fyri práti um verkætlanina, sum Klaksvíkar kommuna eisini hevur verið við í.
Samanumtikið hevur endamálið við prátinum millum bátaeigararnar og kommununa verið at fáa tað besta úrslitið bururúr. Og tað er nógv, sum týður uppá, at so verður, sigur Frimodt Rasmussen, ein av bátaeigarunum, at enda.




