Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ vann løgmanssteypið uppiborið

Jákup Ósá

Við sera góðum verjuspæli og stríðsanda vann NSÍ ársins løgmanssteypafinalu.

Tað var ein typisk finala, tá B36 og NSÍ í kvøld spældu ársins finalu um løgmanssteypið. Skilt á tann hátt, at tað góða fótbóltsspælið sóu vit sjáldan, hóast bæði liðini eru kend fyri gott fótbóltsspæl. Liðini stríddust væl og royndu at koma til góðar støður. B36 sat á dystinum fyrsta partin av fyrra hálvleiki og kom til onkrar góðar støður. Men so kom NSÍ betri við og stutt áðrenn hálvleik fekk NSÍ hol á eftir eitt gott NSÍ tíðarskeið. Einar Tróndargjógv var málskjútti.

Í seinna hálvleiki royndi B36 at leggja trýst á, men NSÍ megnaði nærum uttan trupulleikar at standa ímóti. Við NSÍ leiðsluni bleiv tað uppgávan hjá B36 at mynda dystin. B36 spælið hekk ikki saman í dag, og tað er sjáldsamt at síggja næstan ein heilan dyst burtursæð frá fyrsta partinum av dystinum. Ein kundi kanska væntað, at tá Odmar Færø ofta fyrr hevur víst seg at vera eitt eyka gott vápn at seta í álopið, tá álopsspælið ikki koyrir, at hann bleiv settur fram, men tað hendi ikki fyrr enn nakrir heilt fáir minuttir vóru eftir. Kanska skuldi tað verið gjørt fyrr, tá nú B36 hevði so trupult við at skapa møguleikar. NSÍ vann 1-0, og tað var uppiborið, tí talan var um javnan dyst, har B36 ikki hevði nakað ordiligt mótsspæl til NSÍ, tá NSÍ kom á odda.

Dagsins leikari bleiv alment NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen, og tað var eisini eitt upplagt boð, tí hóast hann ikki hevði so nógv at gera við stórbjarginum, so var hann sera einaráðandi í brotssteiginum eins og hann kom væl út til leysar bóltar. Annars spældi alt NSÍ liðið ein góðan dyst í verjupartinum, sum bleiv stóra uppgávan hjá liðnum stóran part av seinna hálvleiki. NSÍ spældi uttan Bárður J. Hansen og Árna Frederiksberg og hevði ikki vunnið í Tórshavn í 7 ár, so talan var um ein eitt sindur óvæntaðan sigur til NSÍ.

Norðlýsið ynskir NSÍ til lukku við løgmanssteypinum 2017!

Mynd: Jens Kr. Vang

Harleywoodpaint