Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann stórsigur í Champions League

Jákup Ósá

KÍ vant burturúr liðnum frá Makedonia.

KÍ spældi í kvøld seinasta dystin í Champions League bólkaspælinum. KÍ tapti teir báðar fyrstu dystirnar stórt, men hetta var seinasti dysturin og helst tann dysturin, har KÍ hevði best møguleika at vinna.

KÍ vann ikki minni enn 6-1 móti Istatov úr Makedonia. Evy á Lakjuni skoraði fýra mál, meðan Liljan Jacobsen og Eyðvør Klakstein skoraðu hini bæði málini.

Mynd: KÍ kvinnur á facebook