Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nøkur atgongumerkir eftir til týdningarmikla dystin móti Andorra

Jákup Ósá

Vinna Føroyar móti Andorra, so verður søga skrivað í morgin.

Dysturin á Tórsvølli í morgin verður av fleiri mettur sum ein tann týdningarmiklasti hjá Føroyum í nógv ár. Hetta er heimadysturin móti Andorra, sum er styrkismett lægri enn Føroyar. Hetta er dysturin, har søga kann skrivast. Tí vinna Føroyar, so hevur føroyska landsliðið 8 stig og tað er tað mesta, sum føroyska landsliðið nakrantíð hevur fingið. FSF sigur, at í morgun eru 450 atgongumerkir eftir til landsdystin í morgin móti Andorra, so tað kann skjótt blíva útselt. Skal ein vera vísur í at fáa pláss, so er at keypa atgongumerkið beinanvegin. Tey kunnu keypast HER

Dysturin byrjar kl. 17.00 og undir øllum umstøðum vera nógvir áskoðarar til dystin.