Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óvand støða: Føroyingar vænta ein sigur í dag

Jákup Ósá

Andorra vitjar í Føroyum í dag í einum dysti, har Føroyar eru í óvandari støðu at vera favorittar til ein dyst.

Andorra var styrkismett lægri enn Føroyar undan hesari undankappingini og bæði útfrá stigatalvu og veddingarfyritøkum eru Føroyar favorittar at vinna dagsins dyst. Tó er talan ikki um mótstøðulið, sum tapir hvønn dyst, tí fyrr í ár vann Andorra á Ungarn á heimavølli. Á útivølli tapir Andorra tó nærum hvørjaferð við undantaki av einum útidysti í 50 dystum, tá liðið fekk javnleik móti Makedonia.

Føroyar hava Fróða Benjaminsen við aftur í hópinum, men annars er talan um sama hóp, sum var í Portugal. In.fo hevur fylgt venjingini í Sørvági og væntar, at bara ein broyting verður á liðnum. Tað verður, at Fróði Benjaminsen kemur inn fyri Róald Jakobsen, sum kanska er heldur óvæntað, um Róaldur er heilt frískur, tí júst Róaldur kann vera mest skapandi leikarin á sentrala miðvøllinum, har Føroyar hesaferð væntandi fáa sum uppgávu at skapa dystin í stóran mun eins og í Andorra.

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 17.00 og nøkur fá atgongumerkir eru eftir. Tey kunnu keypast HER