Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerber gevst í Føroyum?

Jákup Ósá

Hvørki leiðsla ella venjarin sjálvur vilja siga nakað um venjaraspurningin hjá NSÍ í 2018.

Venjaraspurningurin 2018: Leysasøgur hava leingi sagt, at danski Anders Gerber ikki heldur fram sum venjari í Føroyum í 2018. Hann fer aftur til Danmarkar, men hetta er ikki váttað enn. Formaðurin í NSÍ er fáorðaður um støðuna, tá vit spyrja um støðuna.

– Vit hava einki at melda út við í løtuni. Um Anders Gerber heldur fram ella ikki kann eg heldur ikki siga nakað um alment í løtuni. So venjaraspurningurin hjá okkum er ikki klárur at almannakunngera uppá nakran sum helst máta, sigur Arnfinn Langgaard, formaður í NSÍ, sum ikki dugur at siga, hvussu long tíð gongur, til NSÍ fer at melda nakað út um venjaraspurningin fyri 2018.

Á donsku heimasíðuni bold.dk hevur Anders Gerber sagt, at hansara framtíð ikki er avgjørd enn og at allir møguleikar eru opnir. Sostatt ber ikki til at hvørki vátta ella avsanna søgurnar um, at venjarin hjá steypavinnarunum fer aftur til Danmarkar.

Norðlýsið fer hesa vikuna at viðgera venjaraspurningarnar í feløgunum í Effodeildini til næsta kappingarár.