Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKAM maraton

Tíðindaskriv

SKAM-abstinensir?

Leingist tú eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris? Vikuskiftið 8.-10. september hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda.

Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton.

Vikuskiftið endar við eini SKAM quiz, har vit kjósa Føroya størsta SKAM-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.

Fríggjadagin 8. september
kl. 17.00-17.15 Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, bjóðar vælkomin og hugleiðir um SKAM og ungdómstilfar í miðlunum
kl. 17.15-17.35 Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur, fortelur, í hvussu stóran mun føroyskur ungdómur fylgir við í føroysku miðlunum
kl. 17.40-18.00 Sara Mering, redaktør á SEIN magazin (DK), tosar um vantandi tilfar til ung í donsku miðlunum
kl. 18.00-18.20 Steðgur
kl. 18.20-22.00 SKAM: Sesong 1
Leygardagin 9. september
kl. 10.00-13.00 SKAM: Sesong 2
kl. 13.00-13.30 Steðgur
kl. 13.30-16.45 SKAM: Sesong 2
kl. 16.45-17.15 Steðgur
kl. 17.15-17.45 Kjak: Ungir føroyingar úr Klaksvík, Havn og Suðuroy fortelja, hví SKAM rakti beint í hjartað á teimum og tosa um, hvat føroyskir miðlar kunnu gera betri, tá tað kemur til ungdómstilfar
kl. 17.45-21.45 SKAM: Sesong 3
Sunnudagin 10. september
kl. 10.00-13.00 SKAM: sesong 4
kl.13.00-13.30 Steðgur
kl.13.30-16.00 SKAM: sesong 4
kl. 16.00-17.00 Spurnarkapping um SKAM