Tað er óvanliga stór styrki, sum Víkingur í ár hevur víst í deyðbóltsstøðum.
34 ferðir hevur Víkingur skorað mál uppá deyðbóltsstøður í landskappingini í ár. Tilsamans hevur Víkingur skorað 48 mál, so áleið 71 prosent av málunum eru komin uppá deyðbóltsstøður. Næsta liðið hevur skorað áleið helvtina av tí, sum Víkingur hevur í deyðbóltsstøðum. Tað er B36, sum hevur skorað 18 mál eftir deyðbóltsstøður. Annars kann nevnast at 139 mál eru skorað uppá deyðbóltsstøður í Effodeildini. Tað svarar til 46 prosent av samlaðu málunum, sum eru 304.
Skorað mál uppá deyðbóltsstøður:
Víkingur 34 mál
B36 18
NSÍ 16
KÍ 15
TB/FCS/Royn 13
HB 12
Skála 11
EB/Streymur 9
ÍF 7
07 Vestur 4
Latið mál inn uppá deyðbóltsstøður:
07 Vestur 22 mál
TB/FCS/Royn 19
B36 16
Skála 16
ÍF 15
EB/Streymur 13
KÍ 11
NSÍ 9
HB 9
Víkingur 9




