Formaðurin í Havna- og vinnunevndini er spentur í hesum døgum, nú arbeiði við at leggja bátabrúgvarnar út, er komið væl áleiðis
Formaðurin í Havna- og vinnunevndini er spentur í hesum døgum, nú arbeiði við at leggja bátabrúgvarnar út, er komið væl áleiðis
Tummas Lervig er formaður í Havna- og vinnunevndini hjá Klaksvíkar býráð. Tummas sigur at tey hava arbeitt við hesi loysn í eina tíð og fegnast um at arbeiði er komið somikið áleiðis, at tað ikki verður longi til bátar kunnu liggja við brúgvarnar.
Tað verða bæði fleiri pláss og rúmligari pláss við nýggju bátabrúgvunum. Vit hava merkt ein øktan áhuga millum bátaeigarar. Her verður trivnaður og gott verður eisini at taka ímóti gestum, eitt nú til summarfestivalin, sigur ein vælhýrdur Tummas Lervig
Sí samrøðuna við Tummas Lervig niðanfyri: